Píka7 fuglurin fleyg

Løttu, tunnu fjaðrarnar halda fuglin heitan og turran og gera, at fuglurin kann flúgva. Tær prýða eisini fuglin og gera hann sermerktan.

Fuglur hevur tvey sløg av fjaðrum:

Dún: heldur fuglin heitan (bjálvar)

Fjaðrar: verja móti vindi og regni og gera, at fuglurin kann flúgva

Lundi er sjófuglur. Sjófuglur hevur tættari fjaðrar enn landfuglur, og tí er sjófuglur betur vardur móti vatni. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Lundi er sjófuglur. Sjófuglur hevur tættari fjaðrar enn landfuglur, og tí er sjófuglur betur vardur móti vatni. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Lætta beinagrindin

Beinagrindin á fugli er sera løtt. Flestu beinini eru holað innan. Hetta ger, at fuglurin er lættur og tí ikki skal brúka so nógva orku til at flúgva.

Fuglar hava eitt stórt bringubein, har teir stóru vøddarnir eru festir í. Tað eru hesir vøddarnir, sum gera, at fuglur kann flúgva.

Um tú hyggur at beinagrindini hjá fugli, sært tú týðiliga stóra bringurbeini. Mynd: iStockphoto

Um tú hyggur at beinagrindini hjá fugli, sært tú týðiliga stóra bringurbeini. Mynd: iStockphoto

Fuglur kann snara høvdinum og hyggja í allar ættir uttan at flyta kroppin - enntá beint aftureftir. Hetta er tí, at hann hevur nógv fleiri geislar í hálsinum enn súgdjór. Men hann kann ikki flyta eyguni, eins og vit kunnu.

Flog

Flog merkir bæði at flúgva og veingjavídd. Veingjavídd er longdin millum veingjaoddarnar.

Fuglur kann sveima á vindi. Súla, havhestur og aðrir sveimarar kunnu halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Um teir samstundis veiða sær føði í sjónum, er næstan onki mark fyri, hvussu leingi teir kunnu flúgva. Hesir fuglar hava allir stórt flog.

FLOG hjá sjófugli

  • Súla . . . . . . . . . . 170-192 cm
  • Likka . . . . . . . . . .135-155 cm
  • Havhestur . . . . . . 101-117 cm
  • Lomvigi . . . . . . . . . 61-73 cm
  • Lundi . . . . . . . . . . 50-60 cm
  • Drunnhvíti . . . . . . 38-42 cm
Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Ólavur Frederiksen

Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Ólavur Frederiksen