Krabbi skiftir ham, tá ið hann veksur. Nýggja skelin er bleyt at byrja við, so krabbi krógvar seg, til nýggja skelin er vorðin hørð.
Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami.
Á myndini niðanfyri hevur taskukrabbi skift ham. Her sæst tann bleyti taskukrabbin ovast og gamli hamurin hjá honum niðast.