Fjøran er markið millum land og sjógv. Fjøran í Føroyum er rættiliga ymisk. Summastaðni er sandur, aðrastaðni er grót og klettur, og onkustaðni er steyrrætt berg.
Í bakkanum við sjóvarmálan og millum steinar og klettar vaksa ymisk grøs og blómur.
Flóð og fjøra
Vit tosa um flóð og fjøru, tá ið havið fjarar og fløðir runt strendurnar í Føroyum. Broytingar í flóð og fjøru koma, tí mánin dregur sjógvin til sín.
Tað er spennandi at ganga í fjøruni og vita, hvørji dýr krógva seg har. Serliga tá ið tað er fjøra, og tú sleppur longri út til øki, sum annars eru undir, tá ið tað er flóð. Stuttligt er at leita í taranum og undir steinum og í hyljum.
Fjøruhyljar
Umstøðurnar í fjøruhyljum kunnu broytast skjótt. Vatnið kann vera meira ella minni salt alt eftir, hvussu nógv tað regnar, og hvussu ofta aldurnar skola inn yvir.
Hitin kann eisini skifta nógv. Hyljarnir eru vanliga grunnir, og tí kann hitin broytast skjótt eftir veðrinum. Og um tað er ógvuliga heitt, kann hylurin enntá torna upp.