Hvør er í egginum?

Firvaldur byrjar lívið í einum eggi. Firvaldur umskapast fyrst frá eggi til ormveru og síðan frá ormveru til reiv-veru. At enda umskapast hann frá reivveru til vaksnan firvald.

At verpa

Kvennfirvaldurin finnur eitt hóskandi stað at verpa eggini antin eitt og eitt ella fleiri hundrað egg saman.

Kvennfirvaldurin brúkar kamparnar at tevja seg fram til plantuna, sum ormveran hjá henni livir av. Síðan trampar hann á bløðini ella skavar í tey við fótunum.

Hetta ger hann fyri at tryggja sær, at plantan luktar og smakkar, sum hon skal, og at ongin annar firvaldur hevur vorpið her.

Tá ið hann er liðugur at verpa, flýgur hann av stað.

Firvaldur verpur eggini eitt og eitt í einum klistrutum evni, sum skjótt verður hart og ger, at eggini verða fest á plantuna. Nógvir firvaldar verpa eggini í klumpum, og aðrir gera til dømis langar streingir, sum hesin summarfuglurin. Mynd: iSt…

Firvaldur verpur eggini eitt og eitt í einum klistrutum evni, sum skjótt verður hart og ger, at eggini verða fest á plantuna. Nógvir firvaldar verpa eggini í klumpum, og aðrir gera til dømis langar streingir, sum hesin summarfuglurin. Mynd: iStockphoto

Eggini

Egg undan firvaldi eru ymisk í skapi. Summi egg eru rund og loðin, summi eru avlong við rivum, og onnur hava skap sum keyla.

Øll egg hava tó hart skal, sum er klætt innan við voksi. Harða skalið og voksið verjir ormveruna í egginum.

Egg undan tistilfirvaldi. Mynd: Peter Bryant

Egg undan tistilfirvaldi. Mynd: Peter Bryant

Úr egginum

Tá ið ormveran hevur gnagað seg úr egginum, etur hon fyrst eggja­skalið, og síðan etur hon av plantuni.

Hon veksur skjótt og skiftir ham fleiri ferðir, til hon verður umskapað til reivveru. Hetta tekur úr fáum vikum upp í fleiri mánaðir alt eftir, hvat slag av firvaldi talan er um.

Ormverur

Ormveran hevur høvd og langan kropp, sum líkist einari pylsu. Undir munninum situr ein vørta, sum ormveran kann spinna silki úr. Framman hevur hon trý pør av beinum og aftan 2­-5 pør av gongunabbum.

Ormverur hava seks smá eygu, men tær síggja bara mun á ljósi og myrkri.

Uttast á gongunabb­unum situr ein ringur við smáum krókum. Hesir ringar gera, at ormveran kann halda fast í plantuni. Mynd: iStockphoto

Uttast á gongunabb­unum situr ein ringur við smáum krókum. Hesir ringar gera, at ormveran kann halda fast í plantuni. Mynd: iStockphoto

Ormverur hava ikki lungu. Í staðin hava tær op á kroppinum, sum tær súgva luft við.

Ormverur kunnu lata andingar-opini aftur og kunnu tí yvirliva undir vatni í fleiri tímar. Tað kann vera hent til dømis, tá ið tað regnar illa.

Ormvera undan gammavongi. Mynd: Hans Ei Sivertsen

Ormvera undan gammavongi. Mynd: Hans Ei Sivertsen

Tær ormverurnar, sum liva í Føroyum, eru oftast smáar og naknar. Í útlondum er øðrvísi, har kunnu tær vera størri enn ein fingur, og so kunnu tær eisini vera lodnar, litríkar, hava horn, hár og kunnu enntá spræna eitur.

Ormvera hjá páfirvaldi. Mynd: iStockphoto

Ormvera hjá páfirvaldi. Mynd: iStockphoto

Ormverurnar hjá páfirvaldi liva einans á brenninotum. Tær liva og eta í nøkrum, sum minnir um eitt tjald. Ormverurnar spinna tjaldið úr silkitráði, sum tær gera í spunavørtunum undir munninum. Mynd: iStockphoto

Ormverurnar hjá páfirvaldi liva einans á brenninotum. Tær liva og eta í nøkrum, sum minnir um eitt tjald. Ormverurnar spinna tjaldið úr silkitráði, sum tær gera í spunavørtunum undir munninum. Mynd: iStockphoto