Flatfiskur ikki flatur at byrja við

Nýklakt yngul undan flatfiski livir uppi í sjónum og líkist vanligum fiski.

Men eftir eina tíð byrjar annað eygað at flyta seg yvir á hina síðuna, so bæði eyguni eru á somu síðu, og fiskurin fær sítt flata skap.

Yngulin fer nú at svimja á síðuni og fer niður á botn at vera.

Skrubbuyngul er gjøgnumskygt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Skrubbuyngul er gjøgnumskygt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Vinstra ella høgra?

Flatfiskur kann vera vinstravendur ella høgravendur. Á vinstravendum flatfiski vendir vinstra síða upp, og á høgravendum vendir høgra síða upp.

Vilt tú vita, um flatfiskur er vinstravendur ella høgravendur, kanst tú halda um sporlið við myrku síðuni móti tær. Vendir munnurin til høgru, er fiskurin høgravendur, og vendir hann til vinstru, er hann vinstravendur.

Tunga er høgravendur flatfiskur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tunga er høgravendur flatfiskur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn