Eitt petti av pappi, ein tannsteytara, lím og tríggjar eittkrónur. Tadaaaa! So lætt er tað at gera tín egna fidgetspinnara.
Tú skalt brúka:
fyrimynd, printa hana út HER!
papp, kartong ella annað tjúkt pappír
tannsteytara
eittkrónur ella knappar
límpistól ella sterkt lím
saks og blýant
tussjir
Soleiðis gert tú:
1: Vel tær eina fyrimynd og klipp hana út. Klipp eisini eina skivu út.
2: Tekna fyrimyndirnar av á pappið og klipp tær út. Minst til at gera merkið í miðjuna og at klippa tvær skivur.
3: Líma eina eittkrónu á hvønn armin á Fidgetspinnaranum. Ger hol í miðjuna við blýantinum. Víðka holið, so tað er størri enn tannsteytarin. Ger holið flatt, so einki pappír stingur upp úr.
4: Klipp spíska endan av tannsteytaranum og líma eina skivu fasta á endan. Sting tannsteytaran í gjøgnum holið í miðjuni á Fidgetspinnararnum. Klipp tannsteytaran so langan, at Fidgetspinnarin melur leysur av skivunum. Líma eina skivu á hin endan.
Lat límið torna væl.
Góð ráð😊
- Tú kanst prýða Fidgetspinnaran, um tú hevur hug ella bara brúka hann, sum hann er. Velur tú at t.d. lita hann, skalt tú gera tað, áðrenn tú límar hann saman.
- Eigur tú ongar eittkrónur, kanst tú brúka knappar í staðin.
- Tú kanst t.d. klippa Fidgetspinnaran úr eini pappeskju, baksíðuni á einum tekniblokki ella kornflakespakkanum.